UPS og neyðstreymur
UPS merkir Uninterruptible Power Supply, ella sagt øðrvísi, eitt el-verk, sum ikki verður órógvað
Hetta verður drivið av einum battarípakka, og verður UPS’urin koplaður millum almenna el-verkið og kritisku útgerðina, sum ikki má vera fyri streymsliti. Hetta verður ofta nýtt innan KT- og samskiftisídnaðin, har tað hevur stóran týdning, at tað altíð slepst framat datum.
Í skrivstovuumhvørvi er hartil vanligt, at allar teldur við kritiskum funktiónum eru íbundnar UPS’in, soleiðis at hesar eisini koyra, hóast streymslit er.
Hartil økir ein slík loysn um livitíðina á KT-útgerðini. Tá streymur verður veittur umvegis ein UPS, slepst undan peaks, yvir- og undirspenningum, sum kunnu órógva og í ringasta føri oyðileggja tól, ið eru íbundin el-kervinum.
Velja tit eina UPS-loysn, eiga tit eisini at umhugsa, um tit ynskja eina skipan, har KT-útgerðin sjálvvirkandi verður sløkt eftir ávísa tíð.
Neyðstreymur
Ein liknandi skipan við neyðstreymi hevur alstóran týdning fyri fyritøkuna
Hóast vit í Føroyum hava rættiliga trygga el-veiting, so kemur eisini fyri, at streymurin er burtur. Bæði í lítlar løtur og í fleiri tímar. Ikki minst er vandi fyri hesum vetrarhálvárið, tá harðbalna føroyska veðurlagið hevur hug at arga sjálvt tær bestu stýriskipanirnar hjá SEV.
Í flestu førum elva streymslit til frustratiónir, tíðarkrevjandi uppstartir, og kanska er eisini neyðugt at gera nýggjar uppsetanir av KT-kervi og elektroniskari útgerð.
Vit kunnu veita eitt breitt úrval av loysnum til neyðstreym. Bæði einnan generatoranlegg og ymiskar loysnir við UPS’um.