Lykla- lásaskipanir

elnet umboðar NOX lyklaskipan frá Aras Security, sum kann brúkast til bæði vinnu og privat

Ein elektronisk lásaskipanin frá NOX er sera væl hóskandi, har brúk er fyri betri trygd, lættari umsiting og neyvari stýring.

NOX skipanin er ein opin platformur, har tú kann stýra atgongd, hitaskipanum, tjóðaríalarmum, ljósstýring og mangt annað.

Ein lásakipanin frá NOX minkar m.a. um útreiðslur í sambandi við burturmistar 
lyklar og útskiftan av mekaniskum lásum. Hetta við at brúkarar ella burturmistir elektroniskir lykilar lættliga kunnu verða strikaður úr skipanini. 

Skipanin er sera brúkarvinarlig, so tú kanst upprætta ein nýggjan lykil skjótt og einfalt. 

Lás og lesarar fáast í ymiskum sniðum og kunnu setast á flest allar hurðar.
Skipanin skrásetur allar hendingar í einum loggi, so at tað altíð kann staðfestast, hvør hevur verið á staðnum, um nakað óregluligt er farið fram o.s.fr.

Við eini online skipan kanst tú stýra skipanini umvegis NOX appini, sum er til bæði Apple og Android.

NOX er ein sera væl hóskandi lásaskipan til heim, summarhús ella íbúð/íbúðarhús. Til ber at opna og læsa lásið við fjarstýring, kotutastatur ella frá snildtelefon, teldu ella teldil – og sjálvandi síggja um lás er læst ella opið. 

Um tú t.d. leigar tína íbúð ella summarhús út, so ber til at senda ein elektroniskan lykil við teldupost til leigaran. 
Við hesum kann leigarin sleppa inn í íbúð/summarhús, bert við at brúka sína snildtelefon. Tú ásetur tíðina nær og hvussu leingið lykilin hjá leigaranum skal rigga. 

Hevur leigarin ikki snildtelefon, so ber eisini til at hava eitt tastatur á lásinum, soleiðis at leigarin altíð kann sleppa inn við at tøppa inn kotuna.

Møguleikarnir og loysnirnar við einari NOX  skipan eru nógvir, so set teg í samband við okkum, og vit hjálpa tær.