Hitapumpir og hvs
el|net hevur víðkað um virksemið, soleiðis at fyritøkan nú eisini veitir heildarloysnir til upphiting av húsum og vinnubygningum
Hetta er ein liður í framhaldandi menningini av el|net, og fyri felagið er tað eitt náttúrligt stig, sum nú verður tikið á orkumarknaðinum.
el|net hevur í nógv ár verið ein virkin samstarvsfelagi, tá hitapumpuloysnir eru íbundnar hjá føroyingum. Samstundis hava vit í grannalondum okkara sæð, at heldur enn at vera hvør sítt fakøkið eru el- og HVS-økið runnin alt meira saman. Ikki minst, tí framkomnar hitaloysnir seta alt størri krøv til førleikar innan el og tøkni.
el|net keypti seg inn í VVS-Import í Vestmanna í 2023