el|net keypir seg inn í Sp/f VVS Import

el|net hevur víðkað um virksemið, soleiðis at fyritøkan nú eisini veitir heildarloysnir til upphiting av húsum og vinnubygningum.

el|net sum er ein av størru elektrikarafyritøkunum í landinum hevur keypt seg inn í VVS-import, sum í nøkur ár hevur veitt hitaloysnir til føroyska marknaðin

Hetta er ein liður í framhaldandi menningini av el|net, og fyri felagið er tað eitt náttúrligt stig, sum nú verður tikið á orkumarknaðinum.

– Vit hava í nógv ár verið ein virkin samstarvsfelagi, tá hitapumpuloysnir eru íbundnar hjá føroyingum.

Samstundis hava vit í grannalondum okkara sæð, at heldur enn at vera hvør sítt fakøkið eru el- og HVS-økið runnin alt meira saman. Ikki minst, tí framkomnar hitaloysnir seta alt størri krøv til førleikar innan el og tøkni.

Og við hesum kunnu el|net og VVS Import sostatt veita heildarloysnir innan el og HVS, sigur Bernhard Højgaard Petersen, stjóri hjá el|net, sum leggur afturat, at VVS Import er góðkendur hitapumpuinnleggjari til hitapumpuskipanir.

VVS Import fer nú at halda til í hølinum hjá el|net í Havn og Vestmanna

Hann sigur víðari, at komandi tíðina koma vit at síggja fleiri spennandi átøk frá felagnum.

– Við nýggja samstarvinum hava vit eitt sera breitt úrval av hitapumpuloysnum, bæði til vanlig sethús og til stórar vinnubygningar, og tað er eingin ivi um, at viðskiftafólk okkara og føroyingar sum heild koma at síggja fleiri spennandi loysnir frá okkum, sigur Bernhard H. Petersen.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *