Tannlæknar

Í 2013 varð virkisøkið hjá el|net víðkað, so hetta nú eisini fevnir um alt arbeiði innan dental-økið. Vit hava í tøttum samstarvi við Dent-support í Danmark førleikament starvsfólk, og hava tí neyðugu vitanina í fyritøkuni til at bjóða okkum fram til hesar uppgávur.

Vit hava í dag fýra starvsfólk við serkunnleika innan dental-økið, og kunnu tí altíð senda fólk við røttu førleikunum á staðið, um nakað bráðfeingis er áfatt. Samstarvið við Dent-support tryggjar okkum eisini eitt sterkt bakland, so vit altíð kunnu loysa ásettu uppgávuna.

Eisini bjóða vit eftirlitsavtalur til tannlæknar. Hendan inniber, at vit við avtalaðum millumbilum gjøgnumganga alla útgerð á klinikkini, eins og vit tá skifta slitlutir, pakningar v.m. Eftirlitsvitjanirnar eru soleiðis við til at fanga møgulig teknisk brek, at skráseta tól og arbeiði við hesum og er tí viðvirkandi til at økja um rakstrartrygdina.

Vit hava eisini vitanina og arbeiðsmegi til at innrætta og gera nýggja klinikkir.

el|net hevur góðkenning frá Sundhedstyrelsen / SIS (strålebeskyttelse )
“For ioniserende stråling fungere Sundhedsstyrelsen, Strålebeskyttelse ( SIS) som strålebekyttelsesmyndighed I Danmark. Hovedopgaven er at sikre arbejdstagere, patienter og befolkningen som heldhed samt dyr og miljø mod skader fra ioniserende stråling”