Sterk og breið vitan
Bernhard H. Petersen, Ólafur Debes og Poul Erik Johannesen stovnaðu fyritøkuna í 2006, og í dag telur starvsfólkahópurin yvir 30 fólk.
Søgan
Vøksturin hevur øll árini verið støðugur og organiskur. Ein av fremstu orsøkunum til hetta er uttan iva, at breiddin í eigaraskarðanum tryggjar støðufesti og fasthaldan av eini breiðari vitan í fyritøkuni.
Samstundis hevur hetta skapt gróðrarlíkindi fyri støðugari førleikamenning, soleiðis at vit í dag kunnu bjóða tænastur innan allan el-ídnaðin.
Fyritøkan hevur høvuðssæti í Havn, har vit hava ein rúmligan bygning við stórum nýtslumøguleikum. Hartil hava vit eisini bygning við tilhoyrandi beding í Vestmanna.
el|net yvirtók virksemi hjá Palla á Dul í 2018
el|net yvirtók el-virksemi hjá Einar Mikkelsen í 2019
el|net keypti seg inn í VVS Import í 2023