el | net
Tlf: 60 00 60
elnet@elnet.fo
Umsiting
bokhald@elnet.fo
Búðstaður
Slættanesgøta 11
100 Tórshavn
Neyðstreymur
Ein álítandi skipan við neyðstreymi hevur alstóran týdning fyri fyritøkuna
Hóast vit í Føroyum hava rættiliga trygga el-veiting, so kemur eisini fyri, at streymurin er burtur. Bæði í lítlar løtur og í fleiri tímar. Ikki minst er vandi fyri hesum vetrarhálvárið, tá harðbalna føroyska veðurlagið hevur hug at arga sjálvt tær bestu stýriskipanirnar hjá SEV.
Í flestu førum elva streymslit til frustratiónir, tíðarkrevjandi uppstartir, og kanska er eisini neyðugt at gera nýggjar uppsetanir av KT-kervi og elektroniskari útgerð.
Hevur tú neyðstreym, ber til at sleppa undan hesum. El-Net hevur samstarvsavtalu við Atek, sum í fleiri enn 15 ár hevur lagt seg eftir at veita dygdartænastu innan neyðstreymsloysnir. Samstarvsavtalan tryggjar eisini kundum okkara bestu tænastuna, tí við hesum hava vit atgongd til tey fleiri enn 50 serútbúnu starvsfólkini hjá Atek.
Vit kunnu veita eitt breitt úrval av loysnum til neyðstreym. Bæði einnan generatoranlegg og ymiskar loysnir við UPS’um.
UPS
UPS merkir Uninterruptible Power Supply. Ella sagt øðrvísi, eitt el-verk, sum ikki verður órógvað.
Hetta verður drivið av einum battarípakka, og verður UPS’urin koplaður millum almenna el-verkið og kritisku útgerðina, sum ikki má vera fyri streymsliti. Hetta verður ofta nýtt innan KT- og samskiftisídnaðin, har tað hevur stóran týdning, at tað altíð slepst framat datum.
Í skrivstovuumhvørvi er hartil vanligt, at allar teldur við kritiskum funktiónum eru íbundnar UPS’in, soleiðis at hesar eisini koyra, hóast streymslit er.
Hartil økir ein slík loysn um livitíðina á KT-útgerðini. Tá streymur verður veittur umvegis ein UPS, slepst undan peaks, yvir- og undirspenningum, sum kunnu órógva og í ringasta føri oyðileggja tól, ið eru íbundin el-kervinum.
Velja tit eina UPS-loysn, eiga tit eisini at umhugsa, um tit ynskja eina skipan, har KT-útgerðin sjálvvirkandi verður sløkt eftir ávísa tíð.
Generatoranlegg
Hava tit tørv á back-up streymi í meira enn ein tíma, viðmæla vit, at tit umframt UPS eisini hava eina neyðgenerator. Hetta er ein diesel-motorur, sum er koplaður til eina el-generator, og sum soleiðis framleiðir streym, um el-kervi er óvirkið.
Ynskja tit at frætta nærri um hesar loysnir, eru vit altíð fús at veita tykkum ráðgeving.